Vælkomin

Árligi aðalfundurin verðu hildin samb. viðtøkurnar mikudagin 6. apríl 2016 kl. 18 í felagshúsunum á Argjum.

Mál at viðgera skulu verða nevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar fyri aðalfundin.

Skrivarin skjýtur upp, at viðtøkurnar verða endurskoðaðar, við tað at tað í fleiri førum ikki verður virkað eftir teimum.

Í hvussu er ein nevndarlimur stendur fyri valið (Ingibjartur).

Á aðalfundinum verður skráin fyri 10-ára haldið 21. og 22. oktober løgd fram.

Sí annars um ársætlanina í brotinum niðanfyri!

Vinarliga

Nevndin

 

Nevndin í Havnar Harmonikufelag ynskir øllum harmonikuspælarum eini gleðilig jól!

Nevndin takkar spælarunum fyri allar tær góðu løturnar, vit høvdu saman í 2015, serliga í Vestmanna, Skálavík og Reinsarínum í Havn. Og so øll hesi mongu mikukvøldini, har vit javnan hava verið millum 8 og upp til 17 spælarar, sum allir hava víst stórt ágrýtni, at fáa samanspælið at verða best møguligt. Framgongdin hevur verið sera stór hesi seinastu 2 árini.

Nýggja árið 2016 fer at bjóða okkum rættiliga av. Felagið fyllir 10 ár leygardagin 22. oktober 2016. Tá skulu vit rættiliga vísa, hvat vit duga. Í longri tíð hevur tað mesta av tí, sum vit hava gjørt lagt upp til føðingardagshaldið, m.a. Skálavíkstúrurin, har vit fingu eitt katalog við besifraðum sangum og Reinsarítiltakið, har vit byrjaðu uppá eina dansiskrá (katalog).

Næsta tørnið verður Segloftið leygarkvøldið 30. januar, har vit venja til ein væntandi rímiliga stóran leiklut, bæði viðv. sangi og dansi.

So verður tað Reinsaríið einaferð afturat, t.e. 7. mai 2016, har fiskamatur, tónleikur o.a.m. er allan dagin og vit taka yvir við einum harmonikukvøldi/-treffi um kvøldið.

Síðani bátastevnan í Vestmanna, har vit nú hava eina greiðari avtalu enn í fjør.

So verður Føroya Feitasta Harmonikutreff í Fuglafirði fíggjakvøldið 2. september og leygardagin 3. september. Har má Havnar Harmonikufelag verða umboðað, sum størsta lokalfelagið í landinum. Nú eru vit eisini tilreiðar at spæla saman við teimum bestu í landinum og uttanifrá!

Seinast í september (uml. 24.) eru vit boðin at gista og spæla á Sandoynni.

Og 22. oktober verður ársins størsta tiltak. Vit bíða spent at hoyra hvørjar ætlanir, nevndin hevur. Men nakað stórt man verða í væntu: Livst so spyrst, ella øvugt.

Og so er tað alt hitt: Kvøldskúlin, bólkar, sum spæla, einstaklingar, sum spæla til ymisk tiltøk, bátastevnur o.m.a. Og uttanlandsmótini -treffini.

Nú fer at øra.

 

Vit spæla á seglloftinum á Tvøroyri 31. januar 2015!

Vit eru fleiri, sum longu hava avgjørt at spæla við, í hvussu er til felagsangin, nú Harmonikufelag Føroya og Tvøroyrafólk skipa fyri hugnaløtu har suðuri. Havnar Harmoniku felag hevur biðið um innivist undir Heygnum, har gott er ar vera, og har vit kunnu jamma saman 2 dagar uttan órógv frá fólki, ið møguliga ikki dáma harmonikutónleik. Farið verður suður fríggjakvøld og heim aftur sunnudag (morgun ella kvøld). Undir Heygnum eru uppreiddar sengur tøkar fyri 300 kr. pr. song pr. nátt, sum goldnar verða á staðnum. Havnar Harmonikufelag er longu væl mannað til túrin, men pláss er fyri øllum limum, sum ynskja at vera við og ynskja at venja við. Hvat vit skulu spæla verður tikið støðu til í felag skjótast til ber. Tekningarlisti liggur í felagshúsinum á Argjum. Vit venja har, sum kunnugt, í hvussu er, hvørt mikukvøld frá kl. 19.

Væl eydnað hugnaløta fríggjakvøldið 25, november - síggið videoupptøku!

Ætlaða hugnaløtan gjørdist sonn veitsla fyri teir 16 limirnar, sum vóru við. Um tit vilja "lodda stemningin" eru tit vælkomin at fara inn á heimasíðuna hjá Heðini at síggja videoupptøku av dansiúrmælingunum Heidi og Jens Erik. Heimasíðan eitur: www.sites.google.com/site/hedinsam. Kanska kunnu tit eisini finna upptøkuna við at googla ella youtuba við at skriva hedinsam ella HH Hugnaløta. Tíma tit ikki tað, so trýstið bara á hesa leinkjunahttp://www.youtube.com/watch?feature=player_detailpage&v=3Rjl93Xlv8w

Limafundur var mánakvøldið 22. august 2011

har vit (12 fólk) tosaðu um ymisk felags áhugamál:

 

  • Nær man verða best at byrja at venja aftur? - Hóskvøldið 1. september kl. 19 - 21 varð samtykt.
    • Skeiðið 16. - 18. september í Nólsoy. Heðin og Finn kunnaðu um skeiðið, hølir og gisting.

    • Eiga vit at skipa fyri eini uttanlandsferð komandi ár? Ja, avgjørt, men talan kann verða bæði um skeið ella festival - ella bæði.

    • Hvussu skipa vit venjingarkvøldini hølisliga og í bólkar, so at øll fáa mest møguligt burturúr? Sí viðm. niðanfyri!

    • Hvussu er áhugin býttur upp millum limirnar fyri:    Sí viðm. niðanfyri!

        • Vanligum samspæli av tónleiki, har øll kunnu vera við

        • Tónleiki fyri rutineraðar spælarar

        • Spæli við fleiri stemmum

        • Innlæring av nýggjum løgum og eitt sindur av grundliggjandi teori

        • At læra nótar

        • At læra nótar + grundliggjandi teori

        • At spæla professionelt

        • Annað ?? _________________________

          Endamálið við spurningunum er at kunna laga venjingarkvøldini til limaynskini.
          Viðmerking til 2 tey seinastu høvuðspunktini: Full semja var um at skipa venjingarkvøldini. Eisini var áhugin stórur fyri at læra nýtt og meira, men øll vóru ikki á einum máli um, hvat hevði mestan týdning at læra hjá okkum. Asbjørn játtaði at halda fram frá í fjør at venja tey óroyndu í samanspæli hósdagar frá kl. 19 til 21.  Tey meiri framkomnu fara uppá loftið. Frá kl. 21 er leyst fyri fríum samspæli í stovuni, meðan tey, sum hava huga at læra meiri nýtt eftir nótum, fara uppá við Kristini, sum hevur játtað at taka sær av hesum. Heðin tekur sær í hesum sambandi av at læra fólk nótar og nakað afturat. Eisini fara hann og Ingibjartur at læra fólk at nýta nótaprogramm.
          Mikudag kl. 19-21 venja Knarkar. Tað er nakað, sum týðir uppá, at Niels Olsen eftir hetta skipar fyri samspæli (við fleiri stemmum) og líknandi. Ivan tosar við hann um hetta. Og Finn fer undir framhaldandi samráðingar við Onnu Hüdepohl at taka sær av meiri framkomnum spæli. Meiri verður at frætta seinni. depohlddddd ddd   ddddddddddddddd

           


           

        • Tørvur á at fáa harmonikustemmara at koma hendanvegin. Sólgerð boðaði felagnum frá at Mogens Bækgaard helst kemur miðjan september.
        •  
        • Tiltøk annars í vetur. Tosað varð um harmonikutúrin hjá Norrønu og tiltak í Kollafirði.

     

     

    Minnist til limagjaldið, sum er 300 kr. hjá flest øllum fyri 2011. Konto 9181-160.846.2.

     

    Vit gleða okkum til at hitta tykkum aftur.

     

    Blíðar heilsanir

     

    Nevndin

     

     

    Má lesast!!!!!: Til luttakararnar á Danmarkarferðini --------(Næstan) alt um Harmonikaskeiðið á Horne Efterskole 3. - 9. juli 2011

     Góðu tit, sum verða við!

    Norrøna siglir kl. 04.30 fríggjamorgunin. Eg havi fingið stranglig boð um, at bilarnir mugu vera har í absolut seinasta lagi kl. 02.30.

    Við tað at tað er bara ein ferðaseðil til hvørt kamar, merkir tað, at eisini tey, sum ikki hava bil møta tá.

    Sagt verður eisini, at har 2 bilar eru til eitt kamar, mugu hesir bilar kekka inn saman!!!!!!

    Teir, sum hava ferðaseðlarnar hjá øllum hinum á sama kamarið, eru: Óli, Kristin og Heðin

    Tit verða biðin um at taka harmonikurnar upp við. Í reseptiónini ella frá mær fáa tit at vita, hvar tit kunnu seta tær.

    Vit fáa eitt høli umborð, har vit kunnu venja.

    Fyribils havi eg hesi boð afturat:

    Eru passini í lagi?

    Takið "Okkara Sangbók" við!

    Tað er ikki neyðugt at vera í Smoking til veitslurnar. Vanligt nirri er bara at verða eitt sindur snøggari (og reinari) enn vanligt.

    Roknað verður við, at fólk leggja seg at sova í nakrar tímar eftir, at komið er umborð. Kunnu vit avtala at hittast í kafeteriuni kl. 13??

    Hósdagin 23. juni kl. 21 tosa vit saman í felagshúsunum á Argjum!!.

    Nei sum eg gleði meg.

    Blíðar heilsanir

    Heðin

    PS! Kundi onkur av tykkum vitja heimasíðuna hjá Skagenfestivalinum at finna út av, hvat kundi verið áhugavert at hoyrt leygardagin og møguliga skriva skránna ella part av henni út?????

    PSS! Og kanska kundi onkur leita Harmonikumuseið upp at kanna vitjunrtíðir!?

     

     

    Praktiskar upplýsingar:

    Prísir fyri hvønn, ið dekkar skeið, mat, gisting og skráløgd innsløg

    Einakamar: 3.800 kr.

    Dupultkamar: 3.500 kr.

    3 á einum kamari: 3.200 kr.

    Gisting í campingvogni: 3.000 kr.

    Nýtt! Makar, sum ikki eru á skeiði, gjalda 2.000 kr. fyri mat og gisting á sama kamari, sum hin makin.

    Bað og vesi eru ikki á kømurunum.

    Vit mugu hava høvdapútu við sjálvi (haldi eg).

    Seingjarlín og handklæði kunnu leigast fyri 35 kr., um vit ikki hava tey við sjálvi.

    Øl, vín og vatn kann keypast á skúlanum. Loyvt er at hava drykkjuvørur við sjálvi.

    Girokort verða send út um miðjan apríl. Gjaldast skal í seinasta lagi 1. mai.

    Byrjan: Sunnudagin 3. juli kl.15 við seinnapartskaffi.

    Vit hava tó skipað tað so, at okkara ferðalag sleppir inn á skúlan at gista longu leygardagin seinnapart (fyri einki), men vit fáa einki at eta har fyrrenn sunnudagin kl. 15. Etast má tí í býnum.

    Endi: Leygardagin 9. juli kl. 10 aftaná morgunmat.

    Staðseting

    Horne er bygd, 4 kilometrar sunnanfyri Hirtshals, ið bygd er á einari høvd, haðani sæst oman á Hirtshals, Tannisvíkina og til Skagens (siga tey). Motorvegur liggur 1 km frá skúlanum og 1,5 km er til tok, sum koyra til m.a. Hirtshals og Hjørring.

    Av tí at tað væntandi verða fleiri føroyingar, sum hava bil við sær, átti koyringin ikki at givið trupulleikar.

    Adressa:

    Horne Efterskole

    Højskolevej 5

    Horne

    DK 9850 Hirtshals

    0045 98949322

    info@horne.dk

    Heimasíða: www.horne.dk

    Skeiðini

    A. ”Livsglædens Musik”

    Arbeitt verður við ymiskum greinum av tónleikinum á ymiskum stigum við eitt sindur av teori og tónleikasøgu. Spælt verður eintónað, fleirtónað og í 5-tónaðum orkestri. Luttakararnir velja sjálvi bólk eftir áhuga og eftir, hvat ið ein dugir.

    Bólkur verður eisini fyri blandaði tól. Tað vil siga, at ein kann melda seg til við øðrum instrumenti enn harmoniku.

    Valdur verður bólkur við skeiðsbyrjan.

    Tey ið undirvísa eru: Ida Hartlev, Torild Aasen, Hermann Gehring og Kaj Bertelsen (fyriskiparin).

    ”Gehørspælarar”, t.e. tey sum als ikki duga nótar, mugu helst velja seg inn hjá Kaj ella Hermanni.

    B. ”Med tryk på!”

    Sitat: ”Udfordrende arrangementer og spændende musik fra den store verden. Her er der inspiration at hente for den dygtige harmonikaspiller og underviser både til sit eget harmonikaspil, repertoire og pædagogiske fif.”

    Underviser: Lars Holm (víðagitin)

    Veljast skal antin A ella B (ella C) við tilmelding.

    C. Tekni- og akvarelskeið
    Fyri tey, sum ikki ætla sær á tónleikaskeið, verður um somu tíð skipað fyri hesum skeiði, ið ikki krevur forkunnleika. Eitt sindur verður goldið fyri tilfar. Skeiðið er ikki tvungið.
    Undirvísari: Stine Teglhus.

    ---------------------

    Alt hetta ljóðar heldur tekniskt, men veruleikin, sum eg upplivdi hann í fjør, er, at tú rættiliga hvílandi lærir eina rúgvu og ert saman við hugnaligum fólki í hugnaligum umhvørvi. Mitt á degi fært tú hvílt teg, og um kvøldini hugna tær rættiliga væl við spæli, sangi o.ø.

    Annað

    Kanska fáa vit stundir til onkra útferð. Upplagt er í løtuni at hugsa um festivalin í Skagen, sum er sama leygardag, sum vit koma til Hirtshals. Teinurin er einar 45 km at koyra hvønn vegin. Harmonikamuseet í Brovst er eisini ein møguleiki. Hevur nakar onnur uppskot?

    So hvørt okkurt nýtt kemur fram, verður tað fráboðað á heimasíðu ella á annan hátt.

    Sæð verður fram til eina minniliga ferð!

    Heðin


     

    Henda heimasíða er støðugt í gerð. Tí vantar enn nakað í, til at hon kann kallast at vera fullfíggjað, men

    nú er kortini nógv áhugavert at síggja á Limasíðuni, sum stendur her til vinstru, tá ið loggað er inn. Serliga

    verður gjørt vart við allar teir nógvu nótarnar og sangirnar .........ja, sogar eru jólasangir uppií nú.

    Fyri at fáa atgongd til limasíðuna, mást tú tí logga teg inn við brúkarnavni og loyniorði, sum limir fáa frá kassameistaranum.

    Tey, sum ikki eru limir, hava bert atgongd til tey øki, sum standa nevnd í erva til høgru.

    Hevur tú áhuga í at gerast aktivur limur ella stuðulslimur kanst tú venda tær til ein av nevndarlimunum ella húsavørðin, sum eru nevndir undir blaðnum "Felagið".

    Einaferð enn:

    Hjartaliga vælkomin

    Lesið m.a. um:

    Onnu Hüdepohl og um næmingar hennara. Sí Tiltøk! 

    Harmonikuskeið á háskúlanum Diget í summar. Sí Greinir og sí Tiltøk! 

                                1/12 2010: Broytt til 3. - 9. juli 2011 á Horne Efterskole (Hirtshals).

                                 Skeiðleiðarin vil hava føroyingar við! Um tilmelding o.a. sí Greinir!

    Skilagóð ráð til harmonikuspælarar. Sí Greinir! 

    Frágreiðing frá nevndarfundi 8. november 2010. Sí Gerðabókina! 

    Frágreiðing frá aðalfundinum 23. oktober 2010. Sí Gerðabókina!

     

     

     

     

    • Demo av heimasíðuni (Ingibjartur) og kjak um, hvussu ið vit gera og nýta heimasíðuna best. IM kunnaði, men einki kjak bleyv.