Snarboð

Regin á torginum í Holstebro
Føroya Feitasta

Aðalfundur fyri 2017 verður 25. apríl kl. 18 ....lesið víðari!

Aðalfundur hjá Havnar Harmonikufelag verður í Andrassarstovu á Argjum mikudagin tann 25. apríl 2018 kl. 18 - ein tíma áðrenn venjing. Skrá sambart viðtøkum felagsins.

Vegna nevndina

Jaspur

 

Aðalfundurin fyri árið 2016 - Útsettur til 24/5

verður hildin mikukvøldið 24. mai kl. 18.00 í felagshúsinum á Argjum. Dagsskráin verður samb. viðtøkunum.

Á aðalfundinum eiga Heðin og Kári tørn at fara úr nevndini fyri møguliga at lata seg stilla upp aftur. Bæði Ingibjartur og Heðin hava sagt seg vilja sleppa úr nevndini.

Uppskot er komið um at vent verður aftur til gomlu skipanina, nevniliga ta, sum er eftir viðtøkunum, har nevndin er formaður, skrivari og kassameistari + 2 eykavaldir.

Biðið verður sostatt um uppskot um 3 nevndarlimir og 2 eykafólk. Uppskot um hesar og uppskot annars eiga eftir viðtøkunum at verða nevndini í hendi 2 vikur fyri aðalfundin.

Minnist til at gjalda møguligar limagjaldseftirstøður á 150 kr. Kontonr. 00091811608462,

Við vón um fjølmentan fund

Nevndin

 

 

Føroya Feitasta Harmonikutreff 2016 í Fuglafirði - 2. sept. 2016

Havnar Harmonikufelag mælir sínum limum og øðrum at vísa áhuga og samhuga við tiltakinum, m.a. við at verða við og at bíleggja atgongumerki í góðari tíð, so at fyrireikarin, Harmonikufelag Føroya, fær eitt betri grundarlag fyri fyrireikingunum!

Hetta tiltakið, sum byrjaði eitt sindur trilvandi í 2014, men sum menti seg til eina virkuliga góða uppliving í 2015, er sera týðandi fyri harmonikuspælið í Føroyum og eisiini fyri útlendingar, tí at góðskan er á høgum stigi.

Tú fært atgongumerki á www.biletto.dk fyri 400 kr., um tú bíleggur áðrenn 1. januar. Tað er 200 kr. minni enn kostnaðurin seinni.

 

 

Aðalfundurin fyri 2014 (tekstur broyttur 27-04-2015)

verður hildin mikukvøldið 6. mai kl. 18.00 í felagshúsinum á Argjum. Dagsskráin verður samb. viðtøkunum.

Á aðalfundinum stendur Heðin fyri vali umframt 2 tiltakslimir og grannskoðari. Uppskot er komið um møguliga at velja ein fjórða nevndarlim.

Uppskot um onnur val av hesum - og um møgulig onnur mál - kunnu verða løgd fram á fundinum.

Á fundinum biðir nevndin um góðkenning av, at hon hevur broytt limagjaldið til 150 kr. um árið.

Av serligum málum verður kjak um, hvussu vit skulu halda 10-ára dagin 22. oktober 2016.

Minnist til at gjalda limagjald, sum so statt fyri 2014 eins og 2015 er 150 kr. fyri árið! Konta í Eik nr. 9181 160.846.2.

 

 

 

Preben og Nelli eru á veg til Føroya aftur!

www.harmonikan.dk ella www.harmonikan.org!

 

Asbjørn farin

 

Asbjørn andaðist leygardagin 22. mars 77 ára gamal. Tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at hann var ídnasti og trúgvasti limurin í Havnar Harmonikufelag. Altíð fúsur at spæla bæði við okkum og fyri øðrum, eitt nú teimum gomlu á Lágargarði. Og altíð fúsur at læra frá sær og at hjálpa nýkomnum limum við stórum tolni. Tað finnast fáir føðilandssangir og sjómannavísur, sum hann ikki dugdi at syngja og spæla. Hann var kollfirðingur, føddur í Kvívík og búgvandi seinnu árini í Havn. Í seinastuni búði hann á Lágargarði saman við konuni Minnu. Har vandu vit , 6-8 mans, hvørt mikukvøld undir hansara leiðslu og spældu av og á fyri teimum gomlu. Asbjørn var ein av stovnarunum í 2006 av Havnar Harmonikufelag og vinarligur og hugnaligur maður at vera saman við. Á Lágargarði sóu vit, hvussu góð tey nærmastu vóru við hann. Við takksemi fara vit at minnast hann og hava samkenslu við tykkum, sum hava mist.

 

Føroya Harmonikufelag bjóðar øllum limum í Havnar Harmonikufelag at verða hjartaliga vælkomnir at luttaka í hugnanum á Tvøroyri 1. februar.

Farið verður suður friggjakvøld og norður aftur sunnudag.